Spenningurin helt sær til tað allar seinasta, men við tveimum bjargingum í brotssparkskappingini tryggjaðu kvinnurnar sær sigurin móti Estlandi


Tað var stórur spenningur undan dystinum móti Estlandi í Baltic Cup, og spenningurin helt sær eisini heilt til tað seinasta. 

Frá byrjan var greitt, at føroyska liðið fyri stóran part var mannað við nógvum nýggjum leikarum, og harumframt var talan um fyrsta dystin við Lene á odda.

Føroyar komu væl frá byrjan og høvdu fyri tað mesta tamarhald á støðuni, hóast Estlandi legði eitt ávíst trýst á føroyska málið. Í hinum endanum kom serliga Hervør Olsen til fleiri góðar møguleikar, og stutt fyri hálvleik umsetti hon ein teirra til mál. 

Tað hendi eftir hornaspark, har Hervør kundi seta pannuna á bóltin og stýra hann tað seinasta pettið inn um málstrikuna. Harvið hevði áleyparin longu skorað í sínum fyrsta A-landsdysti og Føroyar vóru á odda í hálvleikinum. 

Í seinna hálvleiki helt støðan sær fyrstu góðu løtuna, men so javnaðu estlendingar við einum frálíkum langskoti. Hóast onkrir málmøguleikar komu afturat í dystinum, so megnaðu hvørgan av liðunum at skora seinastu løtuna, og tí gjørdist neyðugt við brotssparkskapping. Og har endaðu Føroyar við at draga longra stráið, serliga takkað verið Óluva í málinum, sum bjargaði heili tveimum skotum. 

Umframt Hervør Olsen, so fingu eisini Maria á Lakjuni, Tóra Mohr og Julia Helena Dal Henriksen sína A-landsliðsdebut í dag. Við sigrinum skulu Føroyar sostatt spæla finalu í Baltic Cup sunnudagin, og hon verður ímóti vertstjóðini Litava, sum í sínari hálvfinalu vann heili 5-0 á Lettlandi.

Dysturin millum Litava og Føroyar verður sunnudagin klokkan 12.00 føroyska tíð.

Myndir: Bjarni Enghamar