Føroyar komu í bólk C, saman við Frankaríki, Sveis, Íslandi, Luksemborg og Estland, í komandi EM undankapping fyri U21 landslið
Tíðliga hósmorgunin var lutakast um, hvussu spælast skal í komandi EM undankapping fyri U21 landslið.
Og tá avtornaði komu Føroyar í bólk C, saman við Frankaríki, Sveis, Íslandi, Luksemborg og Estland.
Av teimum fimm mótstøðulondunum hesaferð, er tað bara Frankaríki, ið Føroyar hava møtt áður. Tað var í EM 2023 undankappingini, og tá eydnaðist eisini at fáa eitt av teimum heilt stóru úrslitunum. Fyrri dysturin, sum var spældur á Ovara vølli í Gundadali endaði 1-1. Føroyski málskjúttin var Stefan Løkin. Seinna dystin vunnu fransmenn 2-0.
Bólkarnir / EM 2027 undankapping
A: Spania, Rumenia, Finnland, Kosovo, Kýpros og San Marino
B: Portugal, Kekkia, Bulgaria, Skotland, Aserbadjan og Gibraltar
C: Frankaríki, Sveis, Ísland, Føroyar, Luksemborg og Estland
D: England, Írland, Slovakia, Moldova, Kasakstan og Andorra
E: Italia, Pólland, Svøríki, Norðurmakedónia, Montenegro og Armenia
F: Týskland, Georgia, Grikkaland, Norðurírland, Lettland og Malta
G: Holland, Noreg, Slovenia, Ísrael, Bosnia-Hersigovina
H: Ukraina, Kroatia, Ungarn, Turkaland, Litava
I: Danmark, Belgia, Eysturríki, Wales, Belarus
Seinni í dag ella í morgin verður væntandi greitt, hvussu dystarskráin kemur at síggja út.
EM endaspælið verður í Albania og Serbia í 2027.