Við einum framúr 3-1 sigri á Rumenia í síðsta umfari, vann føroyska U17-landsliðið við gentum bólk B3 í EM-undankappingini. Úrslitið hevur við sær, at Føroyar vera at finna í deild A, tá undankapping aftur er á skránni í heyst
——————
Páskirnar eru bjargaðar hjá venjarum, spælarum og hinum í hópinum, sum seinastu dagarnar hava verið partur av U17-landsliðnum við gentum.
Føroyska liðið gjørdi ikki mætari enn at vinna bólk B3 í EM-undankappingini, og hevur harvið tryggjað sær uppflyting til deild A, tá EM-undankapping aftur er á skránni í heyst.
Tað byrjaði annars ikki so væl hjá okkara gentur, sum í fyrsta umfari taptu fyri Lettlandi. Men vend kom skjótt í, og “når enden er god, er alting godt”, plaga danir at taka til, og enn einaferð kunnu vit eisini brúka hetta orðafelli.
Fyrst varð Georgia sett upp á pláss, og síðani fingu rumensku genturnar somu lagnu. Føroyar vunnu 2-0 á Georgia, og 3-1 á Rumenia.
Samlaðu úrslitini í bólkinum høvdu við sær, at Føroyar, Rumenia og Lettland øll fingu 6 stig í part. Og tá eru reglurnar tær, at úrslitið móti aftasta landinum í bólkinum, sum var Georgia, verður strikað, og síðani verður hugt at innanhýsis dystunum millum hini trý londini.
Føroyar gjørdust nummar 1 við trimum stigum, og málmuninum 4-2, Rumenia bleiv nummar 2, somuleiðis við trimum stigum, og málmuninum 3-4, meðan Lettland endaði á 3. plássi, eisini við trimum stigum, og málmuninum 2-3.
Tað vera tískil føroysku genturnar, ið verða at finna í deild A í heyst.
Úrslitini í kappingini vóru annars hesi:
Lettland – Føroyar 2-1
Rumenia – Georgia 2-1
Føroyar – Georgia 2-0
Rumenia – Lettland 2-0
Føroyar – Rumenia 3-1
Lettland – Georgia 4-0
Myndir: Sverri Egholm, Maria Klakstein Thomsen, Turið Sejersdóttir og Jan Djurhuus