Føroyska fótbóltslandsliðið hevur tikið seg fram á styrkislistanum hjá FIFA. Føroyar eru nú nummar 94 av teimum 204 limalondunum
Styrkislistin hjá FIFA er júst dagførdar, og har kann staðfestast, at føroyska fótbóltslandsliðið hevur flutt seg tvey pláss rætta vegin, í mun til fyri einum mánaða síðani.
Føroyar eru nú nummar 94 á FIFA-listanum av teimum 204 londunum, ið eru limir í altjóða fótbóltssamgonguni.
Í juli mánað í fjør setti føroyska liðið met á styrkislistanum. Tá vóru Føroyar nummar 74 í heiminum.
Næsti dystur hjá føroyska landsliðnum verður 28. mars, tá Føroyar og Liktinstein bresta saman í venjingardysti í Marbella í Spania.
Topp 10:
1. Belgia
2. Argentina
3. Spania
4. Týskland
5. Kili
6. Brasil
7. Portugal
8. Kolumbia
9. Ongland
10. Eysturríki
—–
35. Svøríki
38. Ísland
40. Danmark
47. Finnland
50. Noreg
94. Føroyar