U21-landsdysturin millum Føroyar og Frakland, sum skuldi verða á Toftum mánadagin, verður í staðin spældur á Ovara vølli í Gundadali
——————
Mánadagin 6. september klokkan 17:30 tekur føroyska U21-landsliðið ímóti Fraklandi.
Upprunaliga skuldi dysturin spælast á Svangaskarði á Toftum, men nú er avgerð tikin um, dysturin verður spældur á Ovara vølli í Gundadali í Havn.
Vallirnir, ið verða brúktir til altjóða fótbólt, skulu góðkennast árliga. Tað eru altjóða kanningarstovur, ið gera hesar royndir vegna FIFA, og tá vøllurin á Svangaskarði varð kannaður her fyri, lá okkurt markvirði uttan fyri tað, ið kundi góðkennast til altjóða dyst.
Tískil verður U21-landsdysturin millum Føroyar og Frakland spældur í Havn.
Atgongumerki á 95 krónur fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.