Skráin fyri EM-undankappingina fyri U17 gentur, sum verður í Føroyum frá 17. til 23. mars, er nú klár. Føroyar spæla fyrsta dystin ímóti Lettlandi sunnudagin 17. mars klokkan 13:00

——————

Lettland, Georgia og Rumenia vera føroysku mótstøðulondini, tá bólkur B3 í EM-undankappingin fyri U17 gentur verður í Føroyum í døgunum 17. til 23. mars.

Leikskráin fyri kappingina er nú klár, og fyri okkara gentur merkir tað, at fyrsti dysturin verður móti Lettlandi sunnudagin 17. mars klokkan 13:00 á Tórsvølli.

Allir dystirnir, undantikið dysturin millum Georgia og Lettland í síðsta umfari, verða spældir á okkara Tjóðarleikvølli.

Sunnudagin 17. mars
Kl. 13:00 Lettland – Føroyar
Kl. 17:00 Rumenia – Georgia

Mikudagin 20. mars
Kl. 13:00 Føroyar – Georgia
Kl. 17:00 Rumenia – Lettland

Leygardagin 23. mars
Kl. 17:00 Føroyar – Rumenia
Kl. 17:00 Georgia – Lettland (á Ovara vølli í Gundadali)