Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Páll Mohr Joensen, sum í næstum fer undir átak, har endamálið er at hjálpa børnum við menningartarni, og geva teimum møguleikan at spæla fótbólt undir skipaðum umstøðum

– Vit ynskja at geva børnum og ungum, sum hava ymiskar avbjóðingar, eitt stað og pláss, har tey kunnu venja og spæla skipaðan fótbólt. Átakið verður gjørt í samstarvi við ÍSB og FSF, og verður nevnt ”Sameindur fótbóltur”.

 

Orðini eigur Páll Mohr Joensen, sjeyfaldur FM-vinnari við HB, útbúgvin lærari, og hevur arbeitt nógv við børnum og ungum seinastu árini.

 

– Nógv av teimum eru at síggja í Gundadali tá dystir og annað er á skránni, og tey fylgja væl við. Men tað er tíverri einki fótbólts-tilboð til hesi, og tað ynskja vit nú at broyta, sigur Páll Mohr Joensen, sum eisini fortelur onkra stuttliga søga frá síni tíð sum virkin fótbóltsspælari.

 

Einaferð endaðu Páll og Rókur av Fløtum Jespersen heldur óheppið á forsíðuna á einum tíðindablaði í Georgia, og tann søgan er kanska ikki heilt ólík søguni hjá Eyðuni Samuelsen.

 

Átakið ”Sameindur fótbóltur” verður sparkað í gongd á Tórsvølli hósdagin 28. september klokkan 13:30, í samband við ”Grassroots vikuna”, sum UEFA skipar fyri.

 

Øll samrøðan við Páll Mohr Joensen kann síggjast her…