Landskappingin í fremstu deildini hjá kvinnum fyri komandi kappingarár er nú klár. Fyrsta umfar verður spælt sunnudagin 22. mars


Betri Deildin 2020 hjá kvinnum er nú klár, og í ár verður talan um eina kapping við í alt seks liðum.

Fyrsta umfar verður spælt sunnudagin 22. mars. Nýggja liðið í kappingini, NSÍ, leggur fyri á heimavølli móti EBS/Skála. Hinir báðir dystirnir verða ímillum B36 og ÍF/Víking/B68, og KÍ og HB.

Seinasta umfar áðrenn summarsteðgin verður spælt 28. juni, og síðani verður lagt fyri aftur 2. august.

Síðsta umfar í landskappingini hjá kvinnum verður á skránni 17. oktober. Tá møtast liðini soleðis: NSÍ – ÍF/Víkingur/B68, HB – EBS/Skála og KÍ – B36.

Betri Deildin 2020 hjá kvinnum sæst H E R