Á midnátt hósdagin 16. juli er seinasta freist at flyta leikarar millum feløg, ið skulu hava yrkissáttmála
Hósdagin 18. juni lat flytingargluggin upp, og síðani tá hava leikarar, við yrkissáttmála, havt møguleika at skift ímillum feløg.

Men nú, fýra vikur seinni, letur flytingargluggin aftur, og komandi hósdag, sum er hósdagin 16. juli 2015, á midnátt (klokkan 23:59), letur flytingargluggin aftur, og eftir hetta er ikki loyvt leikarum, við sáttmála, at skifta millum feløg.

Um leysgevingin/loyvisbrævið ikki er send Fótbóltssambandi Føroya innan ásettu tíð, kann leikarin ikki spæla fyri nýggja felagið.

Har afturat skal FSF eisini hava váttan frá leikara og leysgevandi felagnum, at møguligur sáttmálin teirra millum er farin úr gildi.

Í hesum sambandi verður heitt á øll feløg um at kanna eftir, at allir leikarar, sum skulu spæla við í EFFO-deildini og allir leikarar, ið skulu hava yrkissáttmála, eru skrásettir í røttum felag.

Um neyðugu pappírini/skrásetingin í samband við leikaraskiftið ikki er komið upp á pláss áðrenn hósdagin 16. juli 2015, á midnátt, kann leikarin ikki gera yrkissáttmála við nýggja felagið, fyrr enn flytingargluggin letur upp aftur á vetri 2015/2016.

Tað merkir millum annað, at leikari, hvørs leikaraloyvi ikki er í felagnum, áðrenn flytingargluggin letur aftur, ikki kann spæla í EFFO-deildini kappingarárið 2015.

Áhugaleikarar
Flyting av áhugaleikara kann fara fram alt árið. Leikari skal tó hava havt leikaraloyvi fyri eitt felag í minsta lagi 30 dagar, áðrenn nýggj flyting kann fara fram. Tó kunnu flytingar ongantíð fara fram seinastu trý (3) leikumførini av kappingini, ella aftaná 31. august.

Flytingar av yrkisleikarum kunnu einans fara fram samsvarandi kunngerð um flytingarglugga sambært stk. 4.

Starvsnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya kann í serligari reglugerð áseta reglur, um sáttmálaviðurskifti millum feløg og leikara. Í hesari reglugerð áseta nærri reglur um flyting av leikarum, og hvussu samskiftið skal fara fram millum leikara og feløg, í samband við flyting av leikarum og hvør samsýning skal rindast í hesum sambandi.

Fyrsta umfar í seinnu hálvu í EFFO-deildini verður spælt 27., 28. og 29. juli.