Hósdagin 21. mars letur flytingargluggin aftur, og tá er seinasti dagur hjá leikarum við sáttmála at skifta felag

Um ein lítlan mánaða, á midnátt hósdagin 21. mars, letur flytingargluggin hjá Fótbóltssambandi Føroya aftur, og tað merkir, at hendan dagin er seinasta freist hjá yrkisleikarum, at skifta felag.

Í summar letur flytingargluggin upp aftur mánadagin 24. juni, og verður síðani opin næstu fýra vikurnar, til mánadagin 22. juli á midnátt.

Flytingargluggin er ikki galdandi fyri áhugaleikarar, og kunnu hesir frítt skifta felag til fram ímóti endanum av kappingini.

Áhugaleikari skal tó hava havt sítt leikaraloyvi í einum felagið í minst 30 dagar, áðrenn skiftast kann til annað felag.