Nú er greitt nær spælarar kunnu flyta úr hægri til lægri deild í kappingarárinum 2017, og nær spælarar í yngru deildunum í seinasta lagi kunnu flyta felag

Vísandi til grein 9 í Kappingarreglunum fyri fótbólt hjá FSF, skal sigast frá, at niðurflyting úr hægri í lægri deild í kappingarárinum 2017, ikki er loyvd eftir niðanfyri nevndu dagar í teimum ymisku deildunum.

 

1. deild menn

Fjórðseinasta umfar tann 23. september 2017

 

2. deild menn

Fjórðseinasta umfar tann 9. september 2017

 

3. deild menn

Fjórðseinasta umfar í bólkunum A og B tann 2. september 2017, og í bólki C tann 19. august 2017

 

2. deild kvinnur

Fjórðseinasta umfar tann 10. september 2017

 

Talan skal vera um dyst, har viðkomandi spælari kom á vøllin.

 

Hesar ásetingar eru ikki galdandi fyri teir spælarar, sum koma undir serregluna fyri spælarar undir 21 ár, og fyri spælarar, sum hava spælt í hægri deild í mesta lagi tríggjar (3) dystir í 2017 (verið á vøllinum í í mesta lagi trimum dystum).

 

Í lægru deildunum er seinasta freist at flyta spælaraloyvi frá einum felag til annað tann 31. august 2017.

 

Fótbóltssamband Føroya