Noah Mneney stóð fyri málinum, tá føroyska U21-landsliðið týskvøldið vann ein flottan 1-0 sigur á Hvítarusslandi. Føroyar enda harvið nummar fýra í bólkinum við tíggju stigum


– Hetta var ein ótrúliga strævin dystur. Vit komu ikki so væl frá byrjan, men sum fráleið fótaðu vit okkum. Aftaná málið løgdu teir eitt størri trýst á, men eg haldi vit stóðu væl, segði føroyski málskjúttin og liðskiparin, Noah Mneney við FM1, eftir at føroyska U21-landsliðið týskvøldið vann 1-0 á Hvítarusslandi.

Hetta var samstundis annar sigurin á hvítarussum í hesari EM-undankappingini, og Føroyar enda harvið á fjórða plássi í bólkinum við tíggjum stigum.

Í stríðnum um annað plássið vann Kroatia 3-2 á Grikkalandi, og við teprum 2-1 sigri á Andorra staðfesti Portugal oddasessin í bólki G.

Portugal vann bólkin við 27 stigum, Kroatia fekk 22 stig, nummar 3 gjørdist Grikkaland við 17 stigum, og nummar 4, 5 og 6 koma Føroyar, Hvítarussland og Andorra við ávikavist tíggju, seks og trimum stigum.

U21 EM-endaspælið 2025 verður í Slovakia frá 12. til 29. juni.

Myndir: Bjarni Enghamar