Manslandsliðið setti eitt flott punktum fyri EM-undankappingina við málleysum javnleiki á útivølli móti Albania
——————
Tað var fagnaður í Tirana, tí Albania hevur vunnið seg víðari til EM 2024 endaspælið, sum verður í Týsklandi. Tað setti sín dám á dystin, men fagnaðurin skolaði ongantíð omaná vøllin. Til tað var verjan hjá Føroyum ov góð.
Føroyska liðið kom væl frá byrjan og kláraði at halda albanum frá føroyska málinum. Í løtum høvdu okkara menn bóltin nógv og til aðrar tíðir eydnaðist at hótta málið hjá vertunum.
Ein óheppin støða var í fyrra hálvleiki, tá Mattias Heðinsson Lamhauge rendi saman við einum áleypara og bleiv skaddur. Skaðin var so mikið álvarsamur, at Mattias lítla løtu seinni mátti av vøllinum, og í hansara stað kom Bárður á Reynatrøð, ið spældi ein góðan dyst á Air Albania stadion.
Í seinna hálvleiki kom føroyska liðið aftur betri frá byrjan, og onkra løtu var spælið heilt gott. Tað er tó eisini ein sannroynd, at framrættaða trýstið kostaði nakað av orku, og tá ein tími var spældur mundi Albania taka eitt sindur yvir. Men okkara stríðshugaðu spælarar stóðu væl ímóti.
Tíverri máttu bæði Brandur Hendriksson Olsen og Jóan Símun Edmundsson av vøllunum við skaða. Saman við innskiftu spælarunum megnaðu okkara at halda tætt í verjupartinum og vinna Føroyum eitt stig. Seinastu minuttirnar av yvirtíðini var føroyska liðið nærri at skora enn Albania, og síðstu løtuna høvdu vit millum annað trý hornaspørk.
Við hesum er punktum sett fyri undankappingini til EM 2024, og javnleikurin móti nummar 1 í bókinum á útivølli er eisini eitt flott punktum í hesum landsliðsárinum. Eftir dystin fekk føroyski hópurin møguleikan at uppliva fýrverk og stóran fagna á stadion, í samband við at Albania skal spæla EM-endaspæl næsta summar. Tíðliga í morgin byrjar heimferðin, og í mars mánaða komandi ár samlast hópurin aftur, tá tveir venjingardystir væntandi vera á skránni.
Myndir: Hans Erik Danielsen