Tveir sigrar og eitt tap var úrtøkan hjá U19 landsliðnum við gentum, sum seinastu dagarnar hevur tikið lut í EM undankapping í Litava
——————
Málmunurin bleiv avgerandi, tá endaliga støðan í bólki B2 í EM undankappingini fyri U19 landslið við gentum skuldi gerast upp.
Kosovo vann bólkin við seks stigum, og málmuninum +8, meðan Føroyar gjørdust nummar tvey, somuleiðis við seks stigum, men við málmuninum +4.
Í fyrsta dystinum vunnu okkara gentur 3-1 á Litava. Málini gjørdu Sara Benjaminsen, sum skoraði tvey, og Kára Askham Sigurðsson. Í øðrum dysti í kappingin var heldur eingin slingur í valsinum tá Moldova varð sett ruddiliga uppá pláss. Føroyar vunnu 5-0.
Og enn einaferð var tað við einari stórspælandi Saru Benjaminsen á liðnum. Sara stóð fyri trimum av málunum, meðan Kára Askham Sigurðsson og Birita Mohr gjørdu hvør sítt.
Í triðja dystinum í kappingini gekk ikki akkurát sum ætlað, og Føroyar taptu 5-2 fyri Kosovo. Aftur vóru tað Sara Benjaminsen og Kára Askham Sigurðsson, ið skoraðu føroysku málini.
– Samanumtikið var hetta ein góð kapping. At fyrsta plássið í bólkinum glapp okkum av hondum eru vit sjálvandi hørm um, men eg haldi at okkara gentur kunnu vera ernar av tí, sum tær avrikaðu, sigur Sigtór Petersen, landsliðsvenjari.
Kosovo og Føroyar fingu seks stig í part, Litava endaði á triðja plássi við fýra stigum, og aftast varð Moldova við einum stigi.




