Gesturin hesaferð er Magni Mohr, fysiskur venjari hjá A-landsliðnum við monnum. Í sendingini verður tosað um hvørjar kropsligar avbjóðingar standa fyri framman hjá spælarunum, nú fyrireikingarnar hava verið heilt óvanligar


Leygardagin 9. mai verður landskappingin 2020 í Betri Deildini hjá monnum floytað í gongd. Síðani 12. mars hava feløgini vant við smærri hópum, men síðstu vikuna hevur verið vant við fullari ferð. Hetta hevur sjálvandi nakrar avbjóðingar fyri spælararnar, nú kappingin av álvara skal byrja.

Magni Mohr, ið er professari í fysiologi, og eisini knýttur at A-landsliðnum við monnum sum fysiskur venjari, væntar fleiri skaðar enn vanligt, men hann leggur tó afturat, at talan neyvan verður um ógvusligar skaðar.

– Væntandi kemur kropsliga støðið hjá liðunum at síggjast aftur, alt eftir hvussu íðin tey hava verið, meðan venjingarnar við smærri hópum hava verið á skránni, sigur Magni millum annað í samrøðuni við FSF Varpið.