Við tíggju heiðursmerkjum í part, vunnu B36 og NSÍ flest medaljur farna kappingarár. Kortini var tað HB, ið vann flest gull heiðursmerkir í 2015
B36 og NSÍ vunnu flest heiðursmerkir kappingarárið 2015 í føroyskum fótbólti. Tá seinasti bóltur var sparkaður, og allar kappingarnar í fjør liðugt spældar, hevði B36 vunnið fýra gull, tríggjar silvur og tríggjar bronsu.
Hjá runavíkingum hilnaðist kappingarárið eisini væl. NSÍ vann tríggjar gull, seks silvur og eitt bronsu heiðursmerki.
Kortini var tað HB, ið vann flest gull heiðursmerkir. HB vann fimm gull, eina silvur og trý bronsu heiðursmerkir í fjør.
KÍ fekk eisini væl burturúr í fjør, og serliga kvinnuliðini hjá klaksvíkingum vunnu nógv heiðursmkerkir. Samanlagt vann KÍ fýra gull, tvær silvur og tvær bronsu.
Landskappingin | Gull | Silvur | Bronsa |
EFFO-deildin | B36 | NSÍ | Víkingur |
1. deild | Skála | B68 | 07 Vestur |
2. deild | HB | Giza/Hoyvík | KÍ |
3. deild | 07 Vestur | Skála | NSÍ |
+45 Old Boys | B36 | B68 | EB/Streymur |
+35 Old Boys | B68 | NSÍ | B71 |
Dreingir U18 | NSÍ | HB | EB/Str./Skála |
Dreingir U16 | NSÍ | B36 | HB |
Dreingir U14 | HB | KÍ | B36 |
Dreingir U12 | HB | NSÍ | B36 |
1. deild kvinnur | KÍ | EB/Str./Skála | HB |
2. deild kvinnur | FC Suðuroy | B68 | ÍF/Víkingur |
Old Girls | Víkingur | Skála | B36 |
Gentur U17 | KÍ | EB/Str./Skála | HB |
Gentur U14 | B36 | B68 | KÍ |
Gentur U12 | B36 | B71 | AB |
– | |||
Steypakappingin | Gull | Silvur | |
Løgmanssteypið | Víkingur | NSÍ | |
Dreingir U18 | HB | NSÍ | |
Dreingir U16 | NSÍ | B36 | |
Dreingir U14 | HB | KÍ | |
Kvinnur | KÍ | EB/Str./Skála | |
Gentur U17 | KÍ | B36 | |
Gentur U14 | B68 | EB/Streymur | |
– | |||
Samanlagt | Gull | Silvur | Bronsa |
HB | 5 | 1 | 3 |
B36 | 4 | 3 | 3 |
KÍ | 4 | 2 | 2 |
NSÍ | 3 | 6 | 1 |
B68 | 2 | 4 | 0 |
Víkingur | 2 | 0 | 1 |
Skála | 1 | 4 | 1 |
07 Vestur | 1 | 0 | 1 |
FC Suðuroy | 1 | 0 | 0 |
EB/Streymur | 0 | 4 | 2 |
Giza/Hoyvík | 0 | 1 | 0 |
B71 | 0 | 1 | 0 |
ÍF | 0 | 0 | 1 |
AB | 0 | 0 | 1 |
Kappingarárið 2016 fer av álvara í gongd sunnudagin 6. mars, tá fyrsta umfar í EFFO-deildini er á skránni.