Nú er greitt, hvussu spælt verður í undanumfarinum og í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Lutakastið var í 3-2 mánakvøldið

——————

Róin Schrøter, formaður í Kappingarnevndini í Fótbóltssambandi Føroya, var gestur í sjónvarpsstovuni, tá tað mánakvøldið var avgjørt við lutakasti, hvussu spælast skal í undanumfarinum og í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið.

Undanumfarið (leygardagin 27. juni)
MB – Undrið FF
FC Suðuroy – Royn

1. umfar (mikudagin 8. juli)
B68 – Víkingur
TB – ÍF
07 Vestur – FCS/Royn
B71 – B36
Skála – FC Hoyvík
AB – MB/Undrið FF
EB/Streymur – NSÍ
KÍ – HB

Fjórðingsfinalurnar verða spældar 21. november, hálvfinalurnar 28. november, meðan ársins steypafinala hjá monnum verður á Tórsvølli leygardagin 5. desember.