Leygardagin var skipað fyri ”Felags Stev” í FSF-húsinum í Havn. Endamálið við fundinum er at kunna um broytingar í fótbóltslógini, og hvat serligur dentur verður lagdur á í komandi kappingarári
– Tað eru rættuliga nógvar broytingar í fótbóltslógini hesaferð, og tí er av stórum týdningi, at vit, FSF, spælarar, venjarar og onnur, saman gjøgnumganga hesar, áðrenn kappingini fer í gongd, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Leygardagin var ”Felags Stev” á skránni í FSF-húsinum í Havn. Endamálið við fundinum, er at kunna spælarar, venjarar, leiðarar og onnur umboð fyri liðini, hvørjar broytingar – um nakrar eru – verða gjørdar í fótbóltslógini, og hvat dómarar, hjálpardómarar og 4. dómari serliga fara at hava eyguni við, tá dystir verða spældir.
Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini hjá FSF bjóðaði vælkomin, og síðani kunnaði Lassin Isaksen um tær broytingar, sum eru gjørdar í fótbóltslógini til komandi kapping.
Eisini bleiv hugt nærri at ”Stevnuni 2017”, sum skal tryggja so einsháttaða avgreiðslu av teim einstøku dystunum sum gjørligt, so bæði tryggleikin hjá spælarunum, undirhaldsvirðið í dystunum og andin í fótbóltslógini verða havd fremst í huga.
Harafturat skal ”Stevnan” vera viðvirkandi til at feløg, venjarar og leikarar hava góðan kunnleika til tulkingina av fótbóltslógini og fyrisitingarligu viðurskiftunum.