Væntandi verður Tórsvøllur fullsettur til A-landsdystirnar hjá monnum, sum eru á skránni í september mánað. Pláss er fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum

——————

Sølan av atgongumerkjum til landsdystir á Tórsvølli heldur fram, eftir at koronatilmælini her fyri vórðu broytt.

Umbyggingin av Tórsvølli er nú liðug, og pláss er nú fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum kring vøllin.

Og væntandi verður fullsett til HM-undankappingardystirnar hjá monnum, sum eru á skránni fyrstu vikuna í september.

Frá týsdegnum 10. august klokkan 12:00 verða gott og væl 1.300 atgongumerki sett til sølu í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Talan er um dystirnar móti Ísrael, Danmark og Moldova.

Kostnaður
Bólkur 103-106: 300 kr.
Bólkur 107 og 108: 225 kr.
Bólkur 109, 112 og 113: 150 kr.

Sølan er bert opin fyri føroyskum IP-adressum.

1. september Føroyar – Ísrael
4. september Føroyar – Danmark
7. september Føroyar – Moldova