Nýggju koronatilmælini hava við sær, at fleiri atgongumerki nú verða sett til sølu til heimadystirnar hjá A-landsliðnum við monnum ímóti Ísrael, Danmark og Moldova

——————

Fyri trimum vikum síðan vórðu fyrstu atgongumerkini til heimadystirnar hjá A-landsliðnum við monnum, sum eru á skránni í heyst, sett til sølu í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Almennu koronatilmælini tá gjørdu, at einans 1.156 atgongumerki vóru sett til sølu til landsdystirnar í september og oktober. Hesi atgongumerkini vórðu seld sum “Landsliðspakkar”, har keypt varð til allar heimadystirnar í einum fyri ein serprís.

Tilmælini í samband við korona eru tó nú broytt so mikið, at frá týsdegnum 10. august klokkan 12:00 verða fleiri atgongumerki sett til sølu, og verður møguleiki tá at keypa til hvønn einstakan dyst.

Í fyrstu atløgu er talan um atgongumerki til HM-undankappingardystirnar móti Ísrael, Danmark og Moldova, sum vera á Tórsvølli ávikavist 1., 4. og 7. september. Allir dystirnir byrja klokkan 19:45.

Hetta hevur samstundis við sær, at sølan av “Landsliðspakkanum” endar á midnátt fríggjakvøldið 6. august. Sølan hevur annars gingið væl, og í løtuni hava umleið 900 fjepparar ognað sær “Landsliðspakkan”.

Kostnaður (Landsliðspakkin)
Bólkur 103-106: 1.000 kr.
Bólkur 107-108: 750 kr.
Bólkur 109, 112 og 113: 500 kr.

Kostnaður (atgongumerki til hvønn einstakan dyst)
Bólkur 103-106: 300 kr.
Bólkur 107 og 108: 225 kr.
Bólkur 109, 112 og 113: 150 kr.

Sølan er bert opin fyri føroyskum IP-adressum.

Bólkur 110 er ætlaður limum í fjepparafelagnum Skansin, og er tað fjepparafelagið sjálvt, ið stendur fyri søluni av atgongumerkjum í hesum bólkinum.

Hvussu verður við atgongumerkjum til dystirnar á útivølli móti Danmark og Ísrael, sum verða 12. og 15. november, verður kunnað um seinni.