Tveir sigrar og ein javnleikur er føroyska úrtøkan í teimum trimum dystunum, sum Føroyar í A-landsliðshøpi við monnum higartil hava fingið ímóti Luksemborg

——————

Føroyar og Luksemborg hava einaferð áður verið í bólki saman. Tað var í undankappingini til HM í 2002. Føroyska liðið vann báðar dystirnar.

Á útivølli vunnu Føroyar 2-0 við málum frá Christian Høgna Jacobsen og Kurt Mørkøre, og á Svangaskarði gjørdist úrslitið 1-0. Í nógva regninum hendan dagin skoraði Jens Kristian Hansen einsamalla málið við brotssparki stutt fyri leiklok.

Í juni mánað í 2010 hittust Føroyar og Luksemborg aftur, og ta ferðini bleiv úrslitið málleysur javnleikur.

Sostatt verður dysturin týskvøldið í UEFA Nations League tann fjórði altjóða skrásetti A-landsdysturin millum Føroyar og Luksemborg. Luksemborgarar fingu eina góða byrjan upp á kappingina hesaferð, við at vinna 2-0 á útivølli móti Litava.

Sølan av atgongumerkjum hevur verið hampuliga, og á midnátt mánakvøldið vóru umleið 2.200 atgongumerki seld. Kring Tórsvøll er pláss fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum.

Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo.

Myndir: Bjarni Enghamar