Átta lið verða til fýra, tá kvinnurnar í kvøld spæla um hálvfinaluplássini í steypakappingini


Eftir lidna landskapping og landsliðssteðg, eru liðini í bestu og næstbestu kvinnudeildini nú til reiðar at spæla steypakapping. Í fjórðingsfinalunum eru tey seks liðini í Betri Deildini við, umframt 07 Vestur og AB/B71 úr 1. deild. 

Dystirnir verða spældir í kvøld: 
Kl. 18.00 inni í Dal á Sandi: AB/B71 – KÍ
Kl. 18.30 á Dungasandi í Sørvági: 07 Vestur – B36
Kl. 19.00 undir Mýruhjalla á Skála: EBS/Skála – NSÍ
Kl. 19.30 á Tórsvølli í Havn: HB – ÍVB

Hálvfinalurnar í steypakappingini verða spældar 14. november, og finalan 21. november.