Komandi vikuskifti verður stóra steypafinaluvikuskifti á skránni. Eins og undanfarin ár fara miðlarnir at gera nógv burturúr, og í ár verður finalan um Løgmanssteypið víst beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya

– Í ár verður finalan millum KÍ og Víking víst beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. Tað hava vit ikki gjørt seinastu tvey árini, so vit eru sjálvandi spent til aftur at sleppa at vísa finaluna. Og í ár fara vit at gera nógv burturúr, eisini í útvarpinum, sigur Leivur Frederiksen, ítróttarsamskipari hjá Kringvarpi Føroya.

Komandi vikuskifti verða fyrstu steypafinalurnar á skránni, og lagt er upp til ikki minni enn sjey spennandi dystir á Tórsvølli. Fríggjadagin spæla Dreingir U18, og leygardagin verða finalurnar í kappingunum fyri Dreingir U14, Dreingir U16, Gentur U14 og finalan um Løgmanssteypið spældar. Finalan í kappingini fyri Gentur U17 verður spæld í næstu viku, fríggjadagin 2. september, meðan seinasta finalan verður leygardagin 3. september, tá kvinnurnar hjá HB og KÍ fara at dystast.

Orsøkin til, at finalan hjá kvinnum og finalan um Mótasteypið (Gentur U17) eru fluttar, er tann, at KÍ hesa vikuna tekur lut í undankappingini til Champions League.

Tað er kortini ikki bara í Kringvarpinum, at ljós verður varpað á ársins steypafinalur í fótbólti. Eisini í Sosialinum og á Rás 2 verður nógv gjørt burturúr, nú steypavinnararnir 2016 hjá kvinnum og monnum, og hjá teimum yngru skulu finnast.

– Í Sosialinum, sum kemur í hvørt hús mikudagin, hava vit stórt innlegg um allar steypafinalurnar, og fríggjadagin hava vit upptakt um finaluna um Løgmanssteypið, bæði í blaðnum og á Rás 2. Á in.fo fara vit eisini at fylgja øllum finalunum leygardagin, við frásagnum og myndum, og tá menninir fara á vøllin fara vit sjálvandi at siga frá beinleiðis á Rás 2, sigur Tróndur Arge, ítróttarredaktørur í Miðlahúsinum.

Har afturat fer FSF Varpið eisini at fylgja væl við, og á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya fara allar tær yngru finalurnar at verða stroymaðar beinleiðis.

Atgongumerkjasølan til finaluna um Løgmanssteypið hevur annars gingið væl, og løtuni eru umleið 3.000 atgongumerkir seld til dystin.

Atgongumerkir kunnu keypast her: Atgongumerkjasølan / Løgmanssteypið 2016

Skráin fyri steypafinalurnar 2016 sær soleiðis út

Fríggjadagin 26. august

Dystur

Klokkan

Th. Dam Intersport Steypið / Dr. U18

NSÍ – HB

19:00

 

 

 

Leygardagin 27. august

Dystur

Klokkan

Cadbury Steypið / Dreingir U14

B71 – HB

10:00

Eilif Arge Steypið / Gentur U14

EB/Streymur – B36

12:15

Blaðberasteypið / Dreingir U16

HB – NSÍ

14:30

Løgmanssteypið

KÍ – Víkingur

18:00

 

 

 

Fríggjadagin 2. september

Dystur

Klokkan

Mótasteypið / Gentur U17

KÍ – B36

19:00

 

 

 

Leygardagin 3. september

Dystur

Klokkan

Finalan hjá kvinnum

HB – KÍ

18:00