Í samband við vinardystirnar hjá kvinnulandsliðnum móti Andorra 25. og 28. juni, verður skipað fyri fjepparatiltøkum í Klaksvík og Havn


Leygardagin 25. juni kl. 15 tekur A-landsliðið við kvinnum móti Andorra í vinardysti við Djúpumýru í Klaksvík. Í hesum sambandi skipar Bláa Bylgja fyri fjepparatiltaki áðrenn dystin, har møguleiki verður fyri at hugna sær við grillaðum pylsum, andlitsmáling og stutligum fótbóltsspølum. Tiltakið byrjar kl. 13 og er ókeypis fyri øll, sum hava atgongumerki til dystin.

Tríggjar dagar seinni, týskvøldið 28. juni kl. 18, hittast Føroyar og Andorra so aftur á Tórsvølli, og í tí sambandi verður skipað fyri minikapping fyri U9 og U11 lið á niðara vølli í Gundadali. Hvørt lið telur tríggjar leikarar + ein útskiftara, og hvør dystur er átta minuttir.

Liðini spæla øll fýra dystir í part, og so verða fótbóltsspøl, andlitsmáling og matur á skránni á Tórsvølli, áðrenn landsdysturin byrjar kl. 18.00. Tiltakið kostar 200kr fyri hvørt lið, og tá er matur og atgongumerki til dystin íroknað. Tilmeldingin fer fram her á nethandlinum hjá FSF.

Vanlig atgongumerki til báðar dystirnar kunnu eisini keypast her á nethandlinum.