Í samband við U21 landsdystin millum Føroyar og Serbia á Djúpumýru, verður skipað fyri stuttligum fjepparatiltaki


Týsdagin 7. juni fara U21 dreingirnir á vøllin til seinasta dystin í hesari EM undankappingini. Mótstøðuliðið er Serbia, sum í løtuni er á triðja plássi í bólki H við 11 stigum, tvey stig frammanfyri Føroyar á fjórða plássi, og tá liðini hittust í Serbia í fjør, endaði tað við málleysum javnleiki. 

Lagt er tí upp til ein spennandi dyst, sum verður spældur við Djúpumýru í Klaksvík, og í hesum sambandi skipa KÍ og Klaksvíkar kommuna fyri fjepparatiltaki við upphiting til dystin. 

U21 landsliðið fyrireikar seg í løtuni til dystin og liðið gleðir seg til aftur at spæla í Klaksvík. 

-Vit hava góð minnir úr Klaksvík og stuðulin har hevur verið fantastiskur. Tað hevur nógv at siga fyri okkum og vit vóna sjálvandi, at nógv fólk koma til dystin, so at vit ordiliga kunnu føla heimavøllin, sigur verjuspælarin Pætur Skipanes.

Tiltakið byrjar kl. 15.00, og á skránni verður andlitsmáling, tónleikur og ymisk stuttlig fótbóltsspøl. Harumframt verða grillaðar pylsur og sunkist at fáa. Tiltakið er ókeypis fyri øll, sum hava atgongumerki til dystin – til ber at keypa atgongumerki her