Týsdagin í komandi viku fer Lars Olsen at úttaka føroyska hópin, sum 9. juni skal spæla ímóti Sveis. Men longu nú er greitt, at Finnur Justinussen verður millum teir útvaldu

Atgongumerkjasølan til HM-undankappingardystin ímóti Sveis, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin 9. juni klokkan 19:45 hevur gingið væl, og líkt er til, at tað verður fullsett kring vøllin.

 

Fyrireikingarnar hjá føroyska landsliðnum eru eisini so smátt farnar í gongd, og mánadagin 30. mai fer Lars Olsen, landsliðsvenjari, at kunngera hópin til dystin ímóti sveisarum.

 

Men longu nú er greitt, at Gunnar Nielsen, Jónas Tór Næs, Viljormur Davidsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Hallur Hansson, Gilli Sørensen, Rene Shaki Joensen og Finnur Justinussen verða ímillum teir 23, sum hesaferð fara at fáa landsliðsboð.

 

Í samband við úttøkuna verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum týsdagin 30. mai klokkan 10:00.