Føroyska U21-landsliðið tapti móti Finnlandi. Úrslitið á Svangaskarði gjørdist 3-1 til finnar, eftir at Benjamin Heinesen hevði lagt Føroyar á odda stutt fyri steðgin

Tað sá leingi heilt gott út fyri føroyska U21-landsliðið, sum fríggjadagin spældi EM-undankappingardyst móti Finnlandi á Svangaskarði á Toftum. Føroyska liðið var á odda til trettan minuttir vóru eftir at spæla, men so skoraðu finnar trý mál, og vunnu 3-1.

 

Í fyrra hálvleiki var talan um ein javnan dyst, og sum so kom hvørki av liðunum til teir heilt stóra málmøguleikarnar. Kortini eydnaðist tað Benjamin Heinesen at leggja Føroyar á odda 1-0 tveir minuttir undan hvíldini.

 

– Eg eri nøgdur við avrikið hjá okkara spælarum, men sera harmur um úrslitið. Vit iðra okkum eisini um at vit ikki fingu næsta málið, tí vit vóru nær við, og eg rokni heilt sikkurt við, at um vit vóru komnir á odda við tveimum, so høvdu vit í øllum føri fingið eitt stig, sigur U21-landsliðsvenjarin, Eli Hentze, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Í 78. mintti javnaði Benjamin Kallman fyri Finnland, og fimm minuttir seinni var Kallman aftur uppá spæl, og legði finnar á odda 2-1. Tá so tveir minuttir vóru spældir út yvir vanligu leiktíðina, økti Lassi Lappalainen til 3-1.

 

Efti seks dystir er Finnland nummar 3 í bólkinum við 9 stigum. Føroyar eru á 5. plássi við 5 stigum fyri sjey dystir. Pólland er oddalið í bólkinum við 14 stigum, eitt meir enn Danmark, sum er á øðrum plássi. Georgia er nummar 4 við 8 stigum, meðan Litava er aftast við trimum stigum.

 

Næsti dystur hjá føroyska U21-liðnum verður á útivølli móti Póllandi tann 7. september.

 

 

 

 

 

Myndir: Heri Joensen