MYNDIR: HB gjørdi slætt borð í finalunum um Thomas Dam Intersport Steypið, Blaðberasteypið og Cadbury Steypið, meðan NSÍ fór avstað við Løgmanssteypinum

Fríggjadagin og leygardagin, 25. og 26. august blivu ársins fyrstu steypafinalur spældar á Tórsvølli. Tiltakið, at skipa fyri fleiri finalum sama vikuskiftið, byrjaði í 2012, og er á hvørjum ári eydnast serstakliga væl, og hevur eisini verið væl móttikið millum feløg, spælarar og teir nógvu áskoðararnar.

 

Lagt varð fyri fríggjadagin, tá NSÍ og HB brustu saman um Thomas Dam Intersport Steypið, ið er steypakappingin fyri Dreingir U18. Eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð stóð framvegis á jøvnum 0-0, og tí mátti avgerast við brotssparkskapping. Úr ellivu metrum vóru HB’ararnir tryggari, og vunnu til endans 4-1.

 

MYNDIR frá finaluni um Thomas Dam Intersport Steypið

 

Leygardagin varð lagt fyri klokkan 13, tá finalan um Cadbury Steypið var á skránni, ið er steypakappingin fyri Dreingir U14. Aftur hesaferð vóru tað NSÍ og HB, ið vóru í finaluni, og aftur hesaferð gjørdfist úrslitið 4-1 til HB, eftir 1-1 í steðginum.

 

Fyri HB skoraðu Bryan Slyne og Rani W. Sørensen tvey mál í part, meðan einsamalla málið hjá runavíkingum gjørdi Súni Hansen.

 

MYNDIR frá finaluni um Cadbury Steypið

 

Triðja finalan varð spæld leygardagin klokkan 16:00. Liðini í finaluni um Blaðberasteypið, ið er steypakappingin fyri Dreingir U16, vóru HB og KÍ. Dreingirnir úr høvuðsstaðnum vóru aftur omaná, og úrslitið gjørdist 4-2 til HB.

 

Tá eitt korter var fari legði Sveinur Lava Olsen HB á odda. Klaksvíkingarnir svaraðu skjótt aftur, og tá stórur hálvur tími var spældur javnaði Óli Eyðsteinsson Poulsen til 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.

 

Stutt eftir hvíldina var ein KÍ’ari óheppin at gera sjálvmál, og lítla løtu seinni økti Regin í Geil Jacobsen til 3-1. Hendan støða helt sær til fimm minuttir fyri leiklok, tá Sveinur Lava Olsen aftur var upp á spæl og skoraði til 4-1 til HB. Bara tveir minuttir seinni minkaði Ari Mine Jacobsen við sera góðum langskoti til 4-2, men lítið hjálpti. HB fór avstað við Blaðberasteypinum 2017.

 

MYNDIR frá finaluni um Blaðberasteypið

 

Finalan um Løgmanssteypið varð spæld leygarkvøldið. Umleið 3.500 áskoðarar sóu NSÍ vinna 1-0 á B36. Einsamalla málið skoraði Einar Tróndargjógv í fyrra hálvleiki.

 

Finalan um Mótasteypið (Gentur U17) verður spæld á Tórsvølli fríggjadagin 8. september kl. 19:00. Leygardagin 9. september kl. 14:30 verður spælt um Eilif Arge Steypið (Gentur U14), og klokkan 17:30 fara EBS/Skála og HB á vøllin at avgera steypakappingina hjá kvinnum.