Mánadagin klokkan 18:00 vera seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið á skránni. Í Havn spæla B36 og Víkingur, og í Runavík møtast NSÍ og HB

——————

Veðrið má sær sjálvum ráða, og soleiðis verður aftur hesaferð.

Eftir ætlan skuldi seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið millum NSÍ og HB spælast við Løkin í Runavík leygardagin klokkan 17:00. Men orsaka av keðiligum veðurlíkindum, er dysturin fluttur til mánadagin klokkan 18:00.

Undan dystinum hava runavíkingar eitt betri útgangsstøði, eftir at liðini spældu javnleik 2-2 í fyrru hálvfinaluni, sum varð spæld á Tórsvølli fyri lítlari viku síðani.

Reglurnar eru nevniliga soleiðis, at stendur á jøvnum samanlagt, vinnur tað liðið, ið hevur skorað fleiri mál á útivølli.

Í hinari hálvfinaluni møtast B36 og Víkingur, og verður tann dysturin eisini bríkslaður í gongd mánadagin klokkan 18:00. Fyrru hálvfinaluna vunnu teir ljósabláu 1-0, við máli sum Martin Klein Joensen skoraði.

Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 4. desember klokkan 16:00.

Greinin er dagførd leygardagin 27. november.