Nú er greitt, hvussu spælt verður í undanumfarinum og í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið

——————

Mánakvøldið var lutakast um, hvussu liðini møtast í undanumfarinum og í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, sum er steypakappingin hjá monnum.

Tað var Fríðin Ziskason, starvsnevndarlimur í Fótboltssambandi Føroya, sum vitjaði í sjónvarpsstovuni í 3-2, og fyrsta lið úr bollanum var FC Hoyvík, sum í undanumfarinum tekur ímóti MB, meðan hin dysturin í undanumfarinum verður millum FC Suðuroy og Royn.

Og tá liðugt var at trekkja, var øllum greitt, at finalan í fjør, sum var millum B36 og NSÍ, ikki verður endurtikin í ár.

Lutakastið háttaði seg nevniliga soleiðis, at finalistarnir farna kappingarár møtast longu í 1. umfar, sum verður spælt skírishósdag, hósdagin 14. apríl.

Undanumfar / 3. apríl
FC Hoyvik – MB
FC Suðuroy – Royn

1. umfar / 14. apríl
Víkingur – Undrið FF
ÍF – B71
AB – B68
HB – FC Suðuroy/Royn
TB – FC Hoyvík/MB
NSÍ – B36
Skála – KÍ
EB/Streymur – 07 Vestur