FSF Varpið: Lagt er upp til fimm spennandi dystir í 6. umfari í EFFO-deildini. Jóannes Jakobsen og Tróndur Arge meta um dystirnar, sum verða spældir sunnudagin 17. apríl

Í FSF Varpinum hesaferð meta Tróndur Arge og Jóannes Jakobsen um 6. umfar í EFFO-deildini, sum verður spælt sunnudagin 17. apríl. Í sendingini eru eisini øll málini í 5. umfari, sum varð spælt farna vikuskifti.

Dystirnir eru hesir:
NSÍ – Víkingur
HB – AB
KÍ – B36
TB – ÍF
Skála – B68