FSF Varpið: Tróndur Arge og Jóannes Jakobsen meta um dystirnar í 1. umfari í EFFO-deildini. Tríggir dystir eru á skránni leygardagin, meðan tvei verða spældir sunnudagin
Í ársins fyrsta FSF Varpi, meta Tróndur Arge og Jóannes Jakobsen um 1. umfar í EFFO-deildini 2016.

Leygardagin 5. mars eru dystirnir hesir: KÍ-TB, NSÍ-HB og B36-ÍF, meðan sunnudagin spæla Víkingur og Skála, og AB og B68. Allir dystirnir byrja klokkan 15:00.

Dagført fríggjadagin 4. mars: Dysturin millum KÍ og TB verður spældur í Trongisvági.