Fyrsta dómaraskeið eftir nýggja leistinum, við skeiðum í nærumhvørvinum, hevur verið á Sandi. Fimm luttakarar vóru, og allir stóðu royndina

Sum liður í at fáa fleiri dómarar at døma í føroysku kappingini, er Fótbóltssamband Føroya farið undir átak, ið hevur við sær, at dómaraskeið verða hildin kring landið.

 

Farna vikuskiftið var so fyrsta skeiðið hildið í ítróttarhøllini Inni í Dal á Sandi. Fimm luttakarar vóru, og allir stóðu royndina.

 

Teir fimm eru Jógvan W. Olsen, Pól Arni Jensen, Jógvan Vest, Alvi Jespersen og Hanus Johannesen. Leiðbeinari (instruktørur) á skeiðnum á Sandi, var dómaraleiðarin í FSF, Lassin Isaksen.