Jóannes Kalsø Danielsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard og Jákup Johansen eru boðsendir til landsdystirnar móti Íslandi og Liktinstein

——————

Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur verið noyddur at gjørt fimm broytingar í hópinum, nú fyrireikingarnar til landsdystirnar móti Íslandi og Liktinstein byrja av álvara seinnapartin mánadagin.

Upprunaliga vórðu Rene Shaki Joensen, Heðin Hansen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Ári Mohr Jónsson og Rógvi Baldvinsson úttiknir til komandi dystir. Men av ymiskum orsøkum verður landsliðsvenjarin noyddur at síggja burtur frá hesum spælarum.

Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Jóannes Kalsø Danielsen og Jákupi Biskopstø Andreasen úr KÍ, Bjarna Petersen og Alex Mellemgaard úr B36, og Jákupi Johansen úr Víkingi.

Fríggjadagin 4. juni klokkan 19:45 spæla Føroyar og Ísland á Tórsvølli, og mánadagin 7. juni klokkan 19:45 verður Liktinstein mótstøðuliðið. Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Gilli Rólantsson Sørensen, Odd Ballklubb (Noreg)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC (Írland)
Bjarni Petersen, B36
Alex Mellemgaard, B36
Petur Knudsen, NSÍ
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne BK (Noreg)
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)
Tróndur Jensen, NSÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Jákup Johansen, Víkingur
Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ