Lars Olsen hevur úttikið 24 spælarar til dystirnar ímóti Norðurírlandi og Finnlandi. Fimm broytingar eru gjørdar í hópinum síðani dystin ímóti grikkum
Á tíðindafundi í FSF-húsinum sunnukvøldið kunngjørdi Lars Olsen, landsliðsvenjari, teir 24 spælararnar, ið eru úttiknir til EM-undankappingardystirnar ímóti Norðurírlandi og Finnlandi, sum verða í næstum.
Landsliðsvenjarin hevur framt fimm broytingar í hópinum hesaferð, í mun til 2-1 sigurin á Grikkalandi. Nýggir í hópinum eru Jónas T. Næs, Rógvi Baldvinsson, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen og Finnur Justinussen.
Teir 24, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesir:
Gunnar Nielsen, Stjarnan (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB
Tórður Thomsen, B36
Jónas Tór Næs, B36
Atli Gregersen, Víkingur
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (DEN)
Rógvi Baldvinsson, Ålgård (NOR)
Odmar Færø, B36
Erling Jacobsen, Víkingur
Hanus Jacobsen, Víkingur
Gilli Sørensen, AaB Ålborg (DEN)
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Fróði Benjaminsen, HB
Róaldur Jakobsen, B36
Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger FK (NOR)
Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager (DEN)
Brandur Hendriksson, FC København (DEN)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hallur Hansson, Vendssyssel (DEN)
Árni Frederiksberg, NSÍ
Rene S. Joensen, Vendsyssel (DEN)
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Jóan Símun Edmundsson, Vejle BK (DEN)
Finnur Justinussen, Víkingur
Atli Gregersen hevur leikbann til dystin ímóti norðurírum, og verður tí ikki við í fyrra dystinum í hesum umfarinum.
EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Norðurírland verður á Tórsvølli fríggjadagin 4. september, kl. 19:45. Tríggjar dagar seinni, mánadagin 7. september spælir føroyska liðið á Olympiska Leikvøllinum í Helsinki í Finnlandi.