Lars Olsen hevur sett liðið til dystin móti Rumenia. Fimm broytingar eru gjørdar í mun til teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu á vøllinum móti Ungarn
Klokkan fimm seinnapartin spælir føroyska A-landsliðið seinasta dystin í undankappingini til EM 2016, sum verður í Fraklandi næsta summar.

Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur framt fimm broytingar á liðnum, í mun til teir fyrstu ellivu, sum byrjaðu á vøllinum móti Ungarn.

Gunnar Nielsen verður í mál, og í føroysku verjuni vera Jónas Tór Næs, sum eisini verður liðskipari, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad og Gilli R. Sørensen.

Á miðvøllinum byrja Kaj Leo í Bartalsstovu, Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Christian Lamhauge Holst og Brandur H. Olsen. Fremsti maður á føroyska liðnum verður Jóan Símun Edmundsson.

Á beinkinum vera frá byrjan Teitur M. Gestsson, Tórður Thomsen, Viljormur Davidsen, Pól Jóhannus Justinussen, Róaldur Jakobsen, Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Erling Jacobsen, Rógvi Baldvinsson, Rene S. Joensen og Andreas Lava Olsen.

Undan dystunum í dag er hørð kapping um, hvør skal fylgja norðurírum beinleiðis til endaspælið komandi summar.

Eftir níggju umfør er Norðurírland nummar 1 við 20 stigum, meðan Rumenia og Ungarn hava ávikavíst 17 og 16 stig. Finnland er á triðja plássi við 11 stigum, Føroyar hava 6 stig, og aftast er Grikkaland við trimum stigum.


Hallur Hansson og Brandur Hendriksson Olsen verða við frá byrjan, tá føroyska landsliðið tekur ímóti Rumenia á heimavølli – Mynd: Hans Erik Danielsen