Hóast okkara kvinnur vóru betri stóran part av dystinum, so endaði kortini við javnleiki 1-1 ímillum Føroyar og Estland. Rannvá Biskopstø Andreasen, sum spældi sín seinasta landsdyst, skoraði føroyska málið


– Hetta hevur verið ein ótrúliga stuttlig tíð, og eg fari heilt sikkurt at sakna landsliðið og alt rundan um liðið. Men nú eri eg blivin hjálparvenjari hjá U17-gentulandsliðnum, sum komandi ár skal spæla EM-endaspæl í Føroyum, og tað er ein av stóru orsøkunum til, at eg nú gevist.

Soleiðis segði føroyski málskjúttin, Rannvá Biskopstø Andreasen millum annað í samrøðu við 3-2 hjá Kringvarpi Føroya, beint eftir at føroyska A-landsliðið við kvinnum hevði spælt javnleik 1-1 í venjingardystinum ímóti Estlandi.

Sum heild vóru okkara kvinnur betri stóran part av dystinum, og tær megnaðu eisini at trýsta estlendska liðið langt aftur vøllin. Tað var tí sum at fáa ein kaldan vøtt í høvdið, tá Estland eitt korter eftir steðgin kom á odda 1-0.

Men føroysku kvinnurnar hildu á fram at stríðast, og stutt fyri leiklok eydnaðist at fáa bóltin í estlendska málið. Dómarin floytaði fyri óbeinleiðis frísparki ein góðan metur inni í brotsteiginum, nakað til høgru, eftir at málverjin hjá Estlandi hevði hildið bóltinum væl meir enn tey loyvdu seks sekundini.

Ásla Johannesen trillaði bóltin til Rannvá Andreasen, og við einum góðum skoti, umvegis tvørtræið, javnaði Rannvá til 1-1. Eitt sera gott mál, og ein sera góður máti at siga farvæl við landsliðið. Talan gjørdist sostatt um tilsamans 27 mál í 56 altjóða skrásettum A-landsdystum fyri Rannvá Biskopstø Andreasen.

Næsta uppgáva hjá føroyska kvinnulandsliðnum verður EM-undankappingardystur á útivølli móti Wales fríggjadagin 10. apríl.

Fotografur: Bjarni Enghamar