Týsdagin skal føroyska kvinnulandsliðið aftur í eldin, tá ið Kýpros vitjar á Tórsvølli


Føroyska liðið hevur enn fyrstu stigini til góðar í UEFA Nations League kappingini, nú fjórði dysturin er á skrá í morgin.

Liðið hevur spælt móti Montenegro og Aserbadjan á heimavølli og móti Kýpros á útivølli. Í øllum trimum dystunum hevur talan verið um tepur tap, og tí er tað eitt sera svangt lið, sum ætlar sær øll trý stigini til dystin móti Kýpros í morgin.

Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, letur væl at fyrireikingunum.

– Vit hava verið nær við at vinna stig í hinum dystunum, og serliga fríggjadagin helt eg at vit høvdu uppiborðið meira. Vit hava lagt nógv arbeiði í at blíva betri á síðsta triðinginum, og so trúgva vit uppá, at tað arbeiði fer at løna seg í morgin. Vit taptu 1-0 niðri á Kýpros, so vit vita at tað saktans kann koppa okkara veg, men at tað krevur grót hart arbeiði.

Dysturin millum Føroyar og Kýpros byrjar kl. 18:00.

Atgongumerki kunnu keypast í Nethandlinum hjá FSF.fo.