Føroyska U21-landsliðið syrgdi fyri enn einum fantastiskum úrslitið, tá Sámal Erik Hentze og hansara dreingir týskvøldið vunnu 1-0 á útivølli móti Norðurmakedónia

——————

Við einum máli ímóti ongum, eydnaðist tað føroyska U21-landsliðnum at vinna EM-undankappingardystin á útivølli móti Norðurmakedónia.

Lítla løtu eftir steðgin floytaði dómarin fyri brotssparki til Føroyar, og úr ellivu metrum setti Stefan Radosavljevic bóltin í netið. Málverjin hjá norðurmakedónum fór rættan veg, men skotið var gott og hart, og so var 1-0 til Sámal Erik Hentze og hansara dreingir.

Tað, ið eftir var av dystinum, var eitt langt álop á føroyska málið, men verjan og Bárður á Reynatrøð stóðu væl, og veruliga vandamikið gjørdist tað ongantíð.

Føroysku spælararnir høvdu tamarhald á støðuni, og kundu eftir 94 minuttir fegnast um úrslitið og enn ein fantastiskan U21-sigur.

Støðan í bólkinum er nú tann, at Frakland er fremst við 19 stigum, Ukraina er nummar 2 við 13 stigum, og á 3. plássi er Serbia, sum týskvøldið vann 2-0 á heimavølli móti Armenia, hevur 11 stig. Síðan koma Føroyar á 4. plássi við 9 stigum, meðan Norðurmakedónia og armenar eru á 5. og 6. plássi við ávikavist 6 og trimum stigum.

Hósdagin 2. juni skal føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá heimadysturin móti Ukraina er á skránni, og týsdagin 7. juni koma serbar á vitjan í Føroyum.