Úrslitið í heimadystinum ímóti Andorra gjørdist 1-0 til Føroyar. Einsamalla málið skoraði Gilli Sørensen tá hálvur tími var spældur
– Tað sá ikki pent út, serliga ikki í seinna hálvleiki, men vit vunnu, so eg eri sjálvandi glaður og nøgdur. Orðini eigur landsliðsvenjarin, Lars Olsen, eftir sigurin á Andorra.
Tað gjørdist til ein tepran 1-0 sigur til Føroyar, tá Andorra var á vitjan á Tórsvølli sunnudagin. Føroyska málið kom tá góður hálvur tími var spældur, og málskjúttin var Gilli Rólantsson Sørensen.
Sølvi Vatnhamar sendi væl inn fyri úr høgru, har hann rakti á pannuna hjá Fróða Benjaminsen, ið legði bóltin fyri føturnar á Gilla R. Sørensen. Tvøramaðurin í norska Brann var tryggur og bankaði bóltin í netið, og so var alt á gosi á Tórsvølli.
Føroyska liðið hevði bóltin mestsum allatíðina í fyrra hálvleiki, meðan Andorra koma meir við eftir steðgin. Men veruliga vandamikið gjørdist tað ongantíð, og føroyski sigurin var heldur ongantíð í vanda.
Føroyar hava nú fingið átta stig í undankappingini til HM 2018, og tað er tað mesta sum føroyska A-landsliðið við monnum hevur fingið í einari EM- ella HM-undankapping, síðani Føroyar byrjaðu at luttaka í 1990.
Næsti dystur hjá A-landsliðnum við monnum verður á heimavølli leygardagin 7. oktober klokkan 17:00. Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.