Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, er fegin um tann stuðul, ið landsliðið væntandi fer at fáa til dystirnar á heimavølli ímóti Ungarn og Portugal
– Føroysku áskoðararnir hava verið fantastiskir, og vónandi halda teir fram við tí, tí vit hava brúk fyri teimum, sigur Gunnar Nielsen, landsliðsmálverji.

4. apríl og 2. mai verða seinastu atgongumerkini til HM-undankappingardystirnar á heimavølli ímóti ávikavist Ungarn og Portugal settar til sølu á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Umleið 1.000 atgongumerkir eru eftir til hvønn av dystunum, og tað er nógv, ið bendir á, at tað verður fult á Tórsvølli, tá fyrst ungarar og síðani portugisar koma hendan vegin at spæla landsdyst.

Men tað er eisini av stórum týdningi, at føroyska liðið fær góðan stuðul til so stórar avbjóðingar.

– Vit hava brúk fyri øllum stuðli, ið vit yvirhøvur kunnu hugsa okkum. Í løtuni tykist føroyska landsliðið at vera væl fyri, og úrslitini hava verið góð seinastu dystirnar. Hetta fer vónandi at halda fram, sigur Gunnar Nielsen, sum í dag spælir fyri íslandska meistaraliðið, FH Reykjavík í Íslandi.

HM-undankappingardysturin ímóti Ungarn verður á Tórsvølli týsdagin 6. september, og ein mánaða seinni, mánadagin 10. oktober koma portugisar á vitjan.

– Í seinastu undankapping spældu vit tveir tættar dystir ímóti Ungarn. Men eg trúgvi, og tað verður vónandi við góðari hjálp frá okkara áskoðarunum, at vit koppa teimum hesaferð, sigur Gunnar Nielsen at enda.

A-landsliðsskráin 2016
28. mars: Liktinstein – Føroyar (venjingardystur)
6. september: Føroyar – Ungarn
7. oktober: Lettland – Føroyar
10. oktober: Føroyar – Portugal
13. november: Sveis – Føroyar