Súsanna Maria Hansen er ein av spælarunum, ið Pætur Clementsen, landsliðsvenjari, fyrr í mánaðinum úttók til hópin, sum í apríl skal spæla innleiðandi HM-undankapping í Føroyum
Í døgunum 6. til 11. apríl skal føroyska kvinnulandsliðið spæla innleiðandi HM-undankapping í Føroyum. Mótstøðuliðini verða Luksemborg, Montenegro og Turkaland. Fyrireikingarnar hjá liðnum hava verið í gongd í eina tíð, og ein av spælarunum, ið venjarin, Pætur Clementsen hevur úttikið, er Súsanna Maria Hansen úr B36.
Súsanna, ið telist millum royndaru spælararnar á liðnum, kom aftur á landsliðið í fjør eftir steðg í ellivu ár, og hon fegnast um møguleikan at umboða Føroyar á heimavølli.
– Tað er heilt fantastiskt at vera partur av einum so góðum og dugnaligum toymið, og ikki minst at vera á liðið saman við so dugnaligum spælarum. Skuldi tað verða, so skuldi tað verða nú, tí tað eru nokk ikki nógv ár eftir í mínum beinum. Hvat er størri enn at vera ein av teimum, ið umboðar sítt land, spyr Súsanna.
Nólsoyardaman spældi við B36 frá 2000 til 2007, tá hon fór til Danmarkar at lesa til ergoterapeut. Fyri trimum árum síðani kom Súsanna aftur til Føroyar, og tá byrjaði hon aftur í B36, og spældi fyrstu tíðina í 2. deild. Men Súsanna sá skjótt, at hon vildi meir enn tað, og síðani 2014 hevur Súsanna Maria Hansen spælt í bestu kvinnudeildini.
– At vera við í einum fótbóltsfelagsskapi er ótrúliga gevandi. Hugurin er bara vaksin, og eg haldi, at tað er sera umráðandi at vera har fyri tær yngru genturnar, sigur Súsanna. Tá hon byrjaði aftur fyri trimum árum síðani, helt hon, at landsliðið var fortíð, men tankin um landsliðið er kortini ongantíð horvin heilt.
– Eg gekk við tankanum inn ímillum, og at tað hevði verið stuttligt at roynt aftur, áðrenn eg gavst at spæla. Tað er eisini gott at kunna vísa gentum, at hóast ein er komin eitt sindur upp í árini, er enn møguleiki at koma á landsliðið, sigur Súsanna Maria Hansen við heimasíðuna hjá FSF.
—–
Dystarskráin til HM-undankappingina
Hósdagin 6. apríl
Klokkan 15:00 Turkaland – Montenegro á Tórsvølli
Klokkan 19:30 FØROYAR – Luksemborg á Tórsvølli
Leygardagin 8. apríl
Klokkan 15:00 Montenegro – FØROYAR á Tórsvølli
Klokkan 19:30 Turkaland – Luksemborg á Tórsvølli
Týsdagin 11. apríl
Klokkan 13:00 FØROYAR – Turkaland á Tórsvølli
Klokkan 13:00 Luksemborg – Montenegro á Ovara Vølli í Gundadali
Súsanna Maria Hansen og dótturin, Jonna Lava Olsen