Sunnudagin spældi føroyska kvinnulandsliðið seinna venjingardystin í Luksemborg. Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1. Føroyska málið gjørdi Eyðvør Klakstein stutt fyri hálvleik
– Fyrstu tjúgu minuttirnar stýrdi Luksemborg dystinum, men sum fráleið komu okkara meir við, og í seinna hálvleiki sat føroyska liðið á mestsum øllum. Vit skaptu fleiri stórar málmøguleikar, og raktu stongini tríggjar ferðir. Men bólturin vildi bara ikki inn. Soleiðis sigur Pætur Clementsen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, millum annað um seinna dystin ímóti Luksemborg, sum sunnudagin varð spældur á Albert Kongs Stadion.
Hóast greiða yvirvág, serliga í seinna hálvleiki, so gjørdist tað bara til javnleik 1-1 í seinna dystinum hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum um vikuskiftið hevur spælt tveir venjingardystir á útivølli ímóti Luksemborg. Føroyska málið gjørdi Eyðvør Klakstein, tá hon stutt fyri steðgin javnaði fyri Føroyar.
– Luksemborg hevði onkrar vandamiklar støður, men føroyska liðið var klárt betri. Okkara kvinnur vístu ein framúr hugburð og stríddust væl, samstundis sum góða spælið eisini hevði hug at vísa seg. Óheppið at vit ikki vinna dystin, men avrikið var uttan iva góðkent.
– Vit hava annars fingið nógv burturúr hesum báðum dystunum. Hava sæð nakrar nýggjar spælarar, og allar hava fingið fleiri landsliðsroyndir, sum tær kunnu brúka víðari fram á leið. So nú gleða vit okkum longu til komandi ár og tær avbjóðingar sum bíða, sigur Pætur Clementsen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.
Í fyrra dystinum millum Luksemborg og Føroyar, sum varð spældur fríggjakvøldið, gjørdist úrslitið 2-1 til vertirnar. Birna Tummasardóttir skoraði málið fyri Føroyar.