Tað bleiv til tríggjar føroyskar ósigrar í UEFA menningarkappingini fyri U17-landslið við gentum, ið farnu dagarnar hevur verið í Moldova. Men sum heild var talan um eina læruríka kapping, sigur venjarin, Eyðvør Jakobsen

——————

1-5 fyri Moldova, og síðani 1-3 fyri bæði Litava og Rumenia gjørdist úrtøkan hjá føroyska U17-landsliðnum við gentum, sum seinastu dagarnar hevur tikið lut í UEFA menningarkapping í Moldova.

Føroysku málskjúttarnir vóru Kára Sigurðsson, ið skoraði tvey, og Sara Benjaminsen.

– Vit fingu ein frammaná í fyrsta dystinum. Vit vóru illa skipaðar, samstundis sum Moldova fekk alt ov løtt mál. Í øðrum dystinum reistu vit okkum, og vóru munandi betri skipaðar og fyrireikaðar, samstundis sum okkara gentur arbeiddu hart móti einum góðum litaviskum liði.

– Seinasti dysturin í kappingini varð spældur í nógvum hita, men aftur hesaferð stríddust okkara gentur ómetaliga væl, og avrikið var nøktandi. Sum heild var hetta ein lærurík kapping, har vit fluttu okkum rætta vegin fyri hvønn dyst, sigur landsliðsvenjarin, Eyðvør Jakobsen við heimasíðuna hjá FSF.

Næst á skránni hjá U17 gentunum er Baltic Cup, sum verður í Estlandi um mánaðarskifti juni-juli, og síðani er EM-undankapping á skránni í heyst.