Venjarin hjá U17-landsliðnum við gentum, Eyðvør Jakobsen kann saktans vera errin, nú tað eydnaðist Føroyum at vinna bólk B3 í EM-undankappingini. Úrslitið hevur við sær, at Føroyar flyta upp í deild A, tá undankapping aftur er á skránni í heyst
——————
– Ja, hvat skal man siga…? Hetta er ringt at seta orð á. Eg haldi at genturnar tóku øll á bóli við hesum fantastiska avrikinum. Vit vónaðu at fáa eitt gott úrslit, og trúðu sjálvandi upp á møguleikan. Men hetta bleiv næstan eitt sindur meir, enn vit veruliga tordu at trúgva upp á.
Soleiðis sigur Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, ið ikki gjørdi mætari enn at vinna bólkin í EM-undankappingini, sum farnu vikuna hevur verið í Føroyum.
Luttakandi londini vóru Føroyar, Georgia, Lettland og Rumenia. Endin varð, at Føroyar gjørdust nummar 1, meðan rumensku genturnar endaðu á 2. plássi.
Føroyska liðið kom annars illa frá byrjan í kappingini, og tapti fyrsta dystin, sum var ímóti Lettlandi. Men so varð Georgia sett upp á pláss við einum 2-0 sigri, og í síðsta umfari vunnu Føroyar 3-1 á Rumenia, ið áðrenn kappingina var mett sum sterkasta landið í bólkinum.
– Eg haldi at okkara gentur lyftu seg upp á eitt hægri stig sum kappingin leið, og tað verður spennandi at fylgja teimum í framtíðini. At spæla á heimavølli og fáa so góðan stuðul frá áskoðarunum var eisini heilt fantastiskt, so ein stór tøkk til tey, og til fyriskipararnar av kappingini, sum eydnaðist sera væl, sigur Eyðvør Jakobsen at enda.