Eyðun Klakstein hevur úttikið 20 spælarar til fyrsta dystin í komandi EM-undankapping hjá U21-landsliðnum, tá Andorra seinni í mánaðinum vitjar við Djúpumýru í Klaksvík

——————

Fríggjadagin 16. juni klokkan 18:00 setir føroyska U21-landsliðið sjøtul á enn eina EM-undankapping, tá Andorra vitjar við Djúpumýru í Klaksvík.

Hini londini í bólkinum eru Portugal, Kroatia, Grikkaland og Hvítarussland.

Á tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin vórðu nøvn sett á teir 20 spælararnir, ið venjarin, Eyðun Klakstein hevur úttikið hesaferð. Og av teimum 20, eru ikki færri enn fimm, ið hava sína dagligu gongd í útlendskum feløgum.

Talan er um Elias Rusborg, Martin Agnarsson og Heina Fossdalsá Sørensen, ið spæla í Danmark, og Noah Hans Mneney og Gullbrandur Øregaard, ið spæla í norskum fótbólti.

Hópurin
Ari Petersen, 07 Vestur
Jóannes Davidsen, EB/Streymur
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Børge Petersen, KÍ
Signar á Brúnni, Víkingur
Mikkjal Hellisá, EB/Streymur
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Jákup Vilhelmsen, KÍ
Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Heini Fossdalsá Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Jónas Warner, B68
Jens Erik Bruhn, TB
Áki Samuelsen, HB
Olaf Bárðarson, Víkingur
Jørgen Nielsen, B68
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur
Poul Kallsberg, Víkingur

Atgongumerki til U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Andorra fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo.