Nú er greitt, hvørjum føroyska U21-landsliðið skal spæla ímóti í komandi EM-undankapping. Føroyar komu í bólk G, saman við Portugal, Kroatia, Grikkalandi, Hvítarusslandi og Andorra

——————

– Vit eru komin í ein sterkan og spennandi bólk, har spælararnir veruliga sleppa at royna seg. Avbjóðingarnar vera stórar og krevjandi, men vit halda okkum hava góðar møguleikar at vinna dystir og stig.

Soleiðis sigur venjari hjá U21-landsliðnum, Eyðun Klakstein, eftir at tað er vorðið greitt, hvørjum londum føroyska U21-landsliðið skal spæla ímóti í komandi EM-undankapping.

Hósmorgunin var lutakast í Nyon í Sveis, og har háttaði tað seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk G, saman við Portugal, Kroatia, Grikkalandi, Hvítarusslandi og Andorra.

Fyri Eyðun Klakstein og hinar á U21-landsliðnum verður byrjað á heimavølli í summar, tá Andorra fríggjadagin 16. juni vitjar í Føroyum. Sambært leikskránni verða fimm dystir spældir í ár og fimm í 2024, og tað passar landsliðsvenjaranum hampuliga væl.

– Vit hava fingið eina hampuliga góða dystaskrá, so vit hava góðar møguleikar at fyrireika okkum væl til teir tíggju dystirnar. At spæla fimm dystir í ár, og hinar fimm komandi ár passar okkum eisini væl, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.

Skráin
16. juni Føroyar – Andorra
7. sept. Hvítarussland – Føroyar
12. sept. Føroyar – Kroatia
17. okt. Andorra – Føroyar
16. nov. Grikkaland – Føroyar

2024
21. mars Portugal – Føroyar
5. sept. Kroatia – Føroyar
10. sept. Føroyar – Grikkaland
11. okt. Føroyar – Portugal
15. okt. Føroyar – Hvítarussland

U21-landsliðsvenjararnir hjá Hvítarusslandi, Føroyum, Grikkalandi, Portugal og Andorra – Mynd: www.FSF.fo
Bólkurin hjá Føroyum – Mynd: UEFA.com
Mynd: UEFA.com
Undankappingarbólkarnir til EM 2025 fyri U21-landslið – Mynd: UEFA.com