FSF hevur sett Eyðun Klakstein í starv sum venjara hjá U21-landsliðnum. Avtalan er galdandi næstu tvey árini

——————

– Hetta verður ein spennandi avbjóðing, og eg gleði meg at sleppa í gongd, sigur nýggi venjarin hjá U21-landsliðnum, Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.

Mánadagin undirskrivaðu Fótbóltssamband Føroya og Eyðun Klakstein avtalu, ið inniber, at frá 1. januar 2023 tekur royndi venjarin úr Klaksvík við høvuðsábyrgdini av U21-landsliðnum. Avtalan er galdandi komandi tvey árini.

Samstundis er avtala gjørd við Atla Gregersen, ið heldur fram sum hjálparvenjari. Atli hevur drúgvar royndir sum spælari, bæði í heimligu kappingini og á landsliðnum, og hann var ein av teimum 12, ið herfyri fingu UEFA A-venjaraprógv.

Í seinastu EM-undankapping vóru Føroyar í bólki H, saman við Fraklandi, Ukraina, Serbia, Norðurmakedónia og Armenia. Úrtøkan hjá føroyska liðnum gjørdist tveir sigrar og fýra javnleikir. Millum annað spældu okkara dreingir javnt 1-1 móti Fraklandi, sum vann bólkin greitt.

Lutakastið til EM-undankappingina 2023-2024 verður í Nyon í Sveis 2. februar.