19 av teimum 20, ið mannaðu U21-hópin seinast, hava fingið afturval, nú liðið um tríggjar vikur skal møta Andorra á útivølli

——————

Um góðar tríggjar vikur skal føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá Andorra tekur ímóti í EM-undankappingardysti á Estadio Nacional í Andorra la Vella.

Fyrrapartin mánadagin bleiv hópurin til komandi dyst kunngjørdur, og samanborið við teir, ið fyri einum mánað síðani vunnu á Belarus, og taptu tepurt fyri Kroatia, hava 19 av 20 fingið afturval.

Í fyrstu atløgu hevur venjarin, Eyðun Klakstein valt at síggja burtur frá Signari á Brúnni, sum í dystinum móti kroatum noyddist av vøllinum við skaða í økslini, ið framvegis darvar unga víkingin.

Møguliga verður avloysarin fyri Signar á Brúnni kunngjørdur seinni í vikuni, so hópurin telur 20 mans til dystin í Andorra.

Tá Andorra fyrr í ár vitjaði á Djúpumýru í Klaksvík, gjørdist úrslitið javnleikur 2-2. Føroysku málskjúttarnir vóru Jørgen Nielsen og Gutti Dahl-Olsen.

Hópurin
Ari Petersen, 07 Vestur
Rasmus Nilsson, BK Frem (Danmark)
Áki Johannesen, B68 Toftir
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Jákup Vilhelmsen, KÍ Klaksvík
Ási Dam, 07 Vestur
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Heini Fossdalsá Sørensen, Thisted FC (Danmark)
Jens Erik Bruhn, TB Tvøroyri
Jónas Warner, B71 Sandoy
Jørgen Nielsen, B68 Toftir
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur
Olaf Bárðarson, Víkingur
Áki Samuelsen, HB Tórshavn
Poul Kallsberg, Víkingur

Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari hjá U21-landsliðnum, og Sigurjón Einarsson frá FM1 – Mynd: Hans Erik Danielsen
Atli Gregersen, hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum, í samrøðu við Televarpið – Mynd: Hans Erik Danielsen