Á ráðstevnuni um barna- og ungdómsfótbólt, sum FSF skipar fyri 3. og 4. mars, eru enn nøkur pláss eftir. Tilmeldingarfreistin er mánadagin 20. februar

Fríggjadagin 3. og leygardagin 4. mars skipar Fótbóltssamband Føroya fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Áhugin fyri ráðstevnuni hevur verið góður, men enn eru pláss eftir. Tilmeldingarfreistin er mánadagin 20. februar 2017.

 

Endamálið við ráðstevnuni er at geva teimum, ið fáast við barna- og ungdómsvenjing íblástur og høvið at hittast og práta um fótbólt.
 

Á skránni verða spennandi fyrilestrar, umframt praktiskar venjingar á vøllinum. Fríggjadagin vera luttakararnir í gongd frá klokkan 17:30 til klokkan 21:00, og leygardagin frá klokkan 09:00 til klokkan 18:00, tá endað verður við felags døgurða í FSF-húsinum. Síðani verða allir luttakararnir bjóðaðir til Stórsteypadystin millum Víking og KÍ, sum verður á Tórsvølli leygardagin 4. mars, klokkan 19:00.
 

Kostnaðurin fyri at luttaka er 1.000 krónur. Um fleiri enn fimm luttakarar eru úr sama felag, verður luttøkugjaldið (frá nr. 6 og uppeftir) 500 krónur.

 

Evni, sum verða á skránni hesar dagarnar, eru millum annað
– “Talent” hugtakið – hvat er eitt “talent”?
– Útveljing av leikarum – skulu vit velja út? Nær og hvussu?
– Tann góða barna- og ungdómsvenjingin – anno 2017
– Tað gevandi venjaraumhvørvi
– Gentufótbóltur – avbjóðingar og møguleikar
– Gjøgnumbrotsspæl – hvussu skapa vit kreativar lekarar?
– Rák og royndir í altjóða fótbólti – hvat merkir hetta fyri barna- og ungdómsvenjingina?

 

Fyri venjarar við UEFA B-prógvi, gevur ráðstevnan 10 impulstímar.